Ov dýrt at endurnýta glas

2016-07-09 11:13 Author image
Elisa Vang

 Eingin skipað endurnýtsla er av glasi í Føroyum. Á IRF í Leirvík og á Endurnýtsluni á Hjalla í Havn eru umfatandi endurnýtsluskipanir settar í verk, men ongin endurnýtslumøguleiki er til glas frá húsarhaldinum. Tískil endar alt glas saman við dagliga ruskinum og í brenniovninum hjá brennistøðunum.

- Glas brennur jú ikki, so tað endar í øskuni og verður tyrvt, sigur Jóannes Guttesen frá Brennistøðini í Havn.

Hann greiðir frá, at teirra seinasti CO2-roknskapur vísti, at tað loysti seg betri at tyrva glasið enn at knúsa og flyta tað av landinum. Tað eru fleiri faktorar, ið gera seg galdandi, tá tað snýr seg um endurnýtslu av glasi. Eitt er, at tað er ringt at fáa fólk at skilja. Eitt annað er, at framleiðarar av glasi ynskja sær einlitt endurnýtsluglas til framleiðslu av vindeygum til dømis.

- Ein trupulleiki er nøgdin, vit fáa burturúr, ein annar er okkara frástøða frá restini av heiminum. Tað verður so dýrt hjá okkum at útflyta glas, tá tað skal av landinum. Men tað kundi verið smart, um onkur her í Føroyum kundi endurnýtt glasið í staðin fyri at vit fáa tað at tyrva. Glas er jú ikki dálkandi, og tað kundi eitt nú verið nýtt í samband við vegagerð, mælir hann til.

Tað sama sigur Aslaug Gisladóttir, umhvørviseiðari á IRF í Leirvík og vísir á, at tá tað dálkar meir enn tað verjir umhvørvi at útflyta glasið, dettur meiningin burtur.

- Kanningar vísa, at glas ikki er dálkandi, og tí er tað í lagi at brenna ella tyrva tað.

 

Les meir um dálking og endurnýtslu í Dimmalætting hetta vikuskiftið                     

 

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður