Ov fá størv til føroyskar akademikarar

Ov fá størv til føroyskar akademikarar

2017-08-13 18:17 Author image
Sigmund Vang

Nógvir føroyingar taka hægri útbúgving, men nógv bendir á, at ov fá størv eru til tey, ið venda aftur til Føroya aftan á loknan lestur. Akademikarar, serliga humanistar, enda í óviðkomandi størvum ella blíva sjálvstøðugt vinnurekandi.

- Arbeiði er til næstan allar hendur, segði løgmaður í ólavsøkurøðini herfyri.

Hetta er ivaleyst satt, og arbeiðsloysið í landinum sum heild er lágt. Men hjá nógvum føroyskum akademikarum eru tað ótryggir gerandisdagar, tíðaravmarkað størv og niðursett tíð, ið er veruleikin. Ofta enda akademikarar í størvum, ið eru lítið ella als ikki viðkomandi í mun til teirra útbúgving, ella eisini enda teir við at fara uttanlands at leita eftir arbeiði.

Dimmalætting hevur tosað við tveir akademikarar, ið greiða frá um sínar royndir á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Teirra søgur benda á, at lítið samsvar er millum hvussu nógvir føroyingar taka hægri útbúgving, og hvussu nógv størv eru til tey á arbeiðsmarknaðinum.

Hinvegin metir Magistarafelag Føroya, fakfelagið fyri fólk við akademiskari útbúgving á bachelor-støði ella hægri, at støðan ikki er nógv øðrvísi í Føroyum, enn hon er aðrastaðni.

Lesið meira um evnið í blaðnum hetta vikuskiftið

placeholder

Meira langlesnaður