Óvist hvussu nógvir føroyingar stríðast við etingarólagi

Modelmynd: Visualhunt

Óvist hvussu nógvir føroyingar stríðast við etingarólagi

2017-10-27 12:12 Author image
Leif Láadal

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú fingið svar frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum um viðgerð til børn og ung við etingarólagi. Í svarinum stendur millum annaðm at ongi samlað hagtøl eru fyri, hvussu nógvir føroyingar hava etingarólag. 

- Í løtuni er fýra børn/ung undir 18 ár í viðgerð fyri etingarólag á Psykiatriska deplinum. Sambært Landssjúkrahúsinum er etingarólag serliga ein trupulleiki, sum er at síggja millum ung fólk. Vit hava ikki samlað hagtøl fyri, hvussu nógvir føroyingar hava etingarólag, upplýsir Sirið Stenberg.

Tað er soleiðis, at umframt Psykiatriska depilin, so eru tað eisini onnur, ið veita viðgerð fyri etingarólag, til dømis privatstarvandi sálarfrøðingar, men Sirið Stenberg veit ikki at siga, hvørjar diagnosur hesi verða viðgjørd fyri. 

Barna- og ungdómspsykiatriska toymið bjóðar í løtuni ambulanta viðgerð fyri etingarólag. Sambært Landssjúkrahúsinum er viðgerðin sett saman eftir tørvinum hjá tí einstaka, og er familjan altíð partur av viðgerðini. Í heilt serligum førum, har heilsustøðan hjá tí unga beinleiðis er hótt, hevur verið neyðugt at innleggja børn við etingarólagi á Psykiatriskari deild fyri vaksin ella á barnadeildini. Í heilt serligum førum, hava ung við etingarólagi fingið viðgerð í Danmark.

- Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 er peningur settur av til at seta á stovn eitt barna- og ungdómspsykiatriskt dagtilboð. Hetta fer at geva heilt aðrar møguleikar í mun til viðgerð av etingarólagi í teimum førum, tá vanlig ambulant viðgerð ikki er nøktandi. Eftir ætlan kann hetta eisini vera við at byrgja fyri innleggingum av børnum og ungum frameftir. Tó er umráðandi, at eisini verður arbeitt við fyribyrging og skjótari, lætt atkomuligari hjálp hjá teimum, sum enn ikki eru álvarsliga rakt av etingarólagi; bæði til tey ungu sjálvi, men eisini til foreldrini. Tílík vegleiðing, ráðgeving ella viðgerð kundi verið gjørd í samstarvi við Gigni og heilsufrøðingar á skúlunum, sigur Sirið Stenberg í svari sínum til Kaj Leo Holm Johannesen.


Øll svarini til fyrispurningarnar hjá Kaj Leo Holm Johannesen kunnu lesast HER

 

 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður