Næmingar pakkaðu lærarastovuna inn í silvurpappír

2016-05-19 10:10 Author image
Dimma

Í dag er síðsti skúladagur hjá níggjundu flokkunum ymsastaðni kring landið, og tað verður ofta hildið við at gera okkurt stuttligt ella við at vinna sínum lærarum neisur.

Á Skúlanum við Løgmannabreyt hava næmingarnir verið rættiliga uppfinnsamir. Tá ið lærararnir komu á lærarastovuna í morgun, var alt pakkað inn í silvurpappír. Og tað var veruliga ALT, ið varð pakkað inn. Leyst og fast. Stólar, borð, lampur, frukt og ... ja alt.

- Tað var so vakurt at koma til arbeiðis í morgun. Koppar, kaffimaskinan, skeiðir, gaflar ja sjálvt Bingokúlurnar vóru silvurklæddar, siga lærarnir, sum tóku hugflogið hjá næmingunum við einum smíli.

Myndirnar hevur Rói Jacobsen tikið.

placeholder

Meira langlesnaður