Pál sat í biografinum tey fyrstu tvey árini

2016-05-23 13:30 Author image
Sigmund Vang

Kykmyndirnar í myrkrinum á Dagmar og Aleksandra vóru somikið spennandi, at Pál stórt sæð ikki gjørdi annað tað fyrsta árið enn at ganga í biograf. Klokkan 10, 14 og 16, tá billettirnar ikki vóru so dýrar, sat hann har, meðan meistarar sum Truffaut, Bunuel og Fellini vístu síni kynstur.

- Eg lærdi ikki nógv um medisin, men eg fekk ein filmiskan mátistokk inn í høvdið. Tað var fantastiskt, minnist Pál.

Tað næsta lestrarárið á universitetinum fór eisini meira ella minni fyri skeytið í biografmyrkrinum, tí Pál kom ikki ordiliga í gongd, men so møtti hann Sáru, sum hann seinni giftist.

Lesið um lívið hjá kenda og virda granskararnum og professaranum Pál Weihe HER

  

  

placeholder

Meira langlesnaður