Pál Joensen megnaði ikki at koma í OL-finaluna

2016-08-12 18:52 Author image
Dimma

Tað eydnaðist ikki hjá Pál Joensen at náa sínum stóra máli, sum var at svimja seg í OL-finaluna í Rio.

Pál kom á mál sum nummar seks í sínari innleiðandi kapping. Tíðin var 15:18:49, og tað er langt frá tí, sum krevst fyri at koma í finaluna.

Pál kom afturum beinanvegin, og hann megnaði ongantíð at fáa fatur á teimum fremstu í sínum riðili. 

Pál svam á geil 5 í fjórða av seks riðlum í innleiðandi kappingini. Tilsamans 47 svimjarar kappast um tey átta plássini, og tí var Pál Joensen rættiliga langt frá einum finaluplássi, tá ið av tornaði.

- Eg hevði eina ringa kenslu allan vegin. Eg havi havt tað gott fyrr í dag, men tað gekk illa frá byrjan, tá ið eg kom í vatnið. So hetta er ógvuliga frustrerandi, segði Pál Joensen við DR beint eftir svimjingina.

Spurdur, um hann nú gevst sum svimjari á hægsti stigi, svaraði hann greitt: Nei! 

placeholder

Meira langlesnaður