Pál hevur frið í sinninum

2016-08-11 19:47 Author image
Simona Midjord

Triðja august í 2012 kavaði Pál Joensen í asurbláa 50 metra hylin í London Aquatics Centre. Tað var eitt stutt lop fyri unga suðringin, men eitt stórt stig framá fyri føroyska ítróttarheimin, um ein umskrivar heldur tugdu – men hóskandi – rúmdarmáliskuna.

Fyri hvønn metur, evnaríki svimjarin megnaði at fylgja Sun Yang og Oussama Mellouli, breyt hann petti fyri petti av myndliga múrinum, sum segði, at hetta ikki átti at lata seg gera. 500 metrar og smáar fimm minuttir seinni rakti hann sín egna múr.  

- Tað kendist heilt ræðuligt, segði Pál hálvt ár seinni um løtuna, tá finaluplássið og høvuðsmálið glapp. Olympisku leikirnir í enska høvuðsstaðnum spældu ikki av, sum vónað varð frammanundan, og hetta setti síni spor hjá unga vágbinginum, sum mátti berja seg úr einum djúpum aldudali. Eftir stendur kortini, at Pál, saman við rógvaranum Katrini Olsen, er einasti føroyingurin, sum hevur tikið lut í størstu ítróttarstevnuni í heiminum, og soleiðis slóðað fyri yngri svimjarum við stórum dreymum. 

Nú, fýra ár seinni, stendur hann aftur á skamlinum til reiðar at kava í olympiska hylin, hesa ferð í brasilska stórbýnum, Rio De Janeiro. Tað er ikki bert navnið, sum er broytt. Pál Vitalis Joensen er eldri, hann kennist eldri – klókari – og tykist hava lært av undanfarnu leikunum og royndunum, hann hevur gjørt sær seinastu árini. Pál ætlar sær ikki at endurtaka mistøkini frá London.  

- Eg skal njóta at vera við, sigur nú 25 ára gamli langteinasvimjarin, sum situr á hotelkamari sínum hinumegin Atlantshavið, haðani hann sær oman á heimsgitnu Copacabanastrondina. Ilt er at meta um, tá ljóðbylgjurnar skulu ferðast ígjøgnum svikaligt netsamband og veikar telduhátalarar, og livandi myndirnar bert rigga í nakrar fáar minuttir, men vágbingurin tykist róligur og hugsavnaður. Hann sigur tað ikki, men undirskilt er kanska, at leikirnir í London fóru framvið so brádliga, at hann ikki veruliga fekk sansað teir. Hesa ferð veit Pál betur, hvussu stórir leikirnir eru, og hvat teir hava við sær.  

- Seinast væntaði eg, at tað fór at vera sum eitt HM á langbana, men tað er so øgiliga nógv størri, og tað var ein feilur at hugsa soleiðis, sigur hann.  

- Tað er øgiliga nógv trýst á, ikki bara frá mær sjálvum, men tað er eitt heilt annað umhvørvi, sum man kemur í. Hetta er nakað heilt serligt, og tað havi eg havt í huga og við í mínum mentalu fyrireikingum.

 

Hevur funnið javnvágina

Fyri fýra árum síðani fóru Pál og venjarin, Jón Bjarnason, til OL í London við vónum um finalupláss og heiðursmerki. Málið var ikki ógrundað. Ungi svimjarin hevði í fleiri ár verið í støðugari menning, og bert eitt ár frammanundan svam hann seg til fjórða plássið á 1500 metrum til HM í Shanghai við tíðini 14.46.33, sum framvegis er norðurlendskt met. Eitt ár seinni gekk kortini als ikki eftir vild, og tað sigur ikki lítið, at Pál svam meir enn 30 sekund seinni enn í Shanghai. Ilt er at siga, hvør orsøkin til laka úrslitið var, men tað er eingin loyna, at vágbingurin var undir stórum trýsti. Hann hevði hugsað javnt og samt um 1500-meturin, og bæði hann og venjarin vóru ov fjálturstungnir.

- So skjótt eg føldi, at okkurt var galið, skramblaði alt saman, segði Pál við Dimmalætting í januar 2013. Hann legði somuleiðis dent á, at hann noyddist at arbeiða við sinnisligu støðuni og slappa meir av til stóru kappingarnar, tí ekkin forðaði honum at avrika sítt besta. Fýra ár seinni tykist royndi svimjarin at vera komin nøkur tøk víðari.

- Tað er framvegis torført hjá mær at vera ”laid-back,” serliga tá týdningarmiklar kappingar eru á skránni, men eg eri batnaður sera nógv, sigur vágbingurin.

Hann nevnir EM í Berlin í 2014 sum dømi um júst hetta. Ta ferðina kom Pál illa frá byrjan, og varð kolldømdur í 5km Open Water svimjingini. Síðani var um reppið, at hann ikki vann seg í finaluna á 1500 metrum. Tá kundi saktans gingið heilt galið, men svimjarin vendi gongdini og umframt silvurheiðursmerki á yndisteininum, vann hann eisini silvur á 800 metrum.  

- Eg fekk vent tí, tíbetur, og tað gav sjálvsálit og váttaði fyri mær, at úrslitið gerst betri, um eg eri róligur og sinniligur, greiðir Pál frá og heldur fram.

- Hetta hevur verið gjøgnumgangandi, og tað, sum eg skuldi arbeiða við síðan síðstu leikirnar. Hann fortelur, at hann ger sær ómak at vera í góðum lag í tí dagliga.

- Tað er ein góður máti at vera avslappaður, og tað tekur broddin av spenninginum. Ítróttur er ongan hátt avbyrgdur frá lívinum annars, og meðan Pál í svimjihylinum av øllum alvi hevur arbeitt við smálutunum, sum kunnu skava avgerandi sekund av tíðunum, er eisini nógv hent uttan fyri svimjihøllina. Pál hevur búð í Danmark seinastu fýra árini, har hann lesur á Copenhagen Business School. Seinasta summar varð hann giftur við Malan Vitalis Joensen, og tey hava til fulnar lagað seg til danska samfelagið og mentanina. Hetta gevur eina ávísa ró undan leikunum í Rio.

- Seinast visti eg, at broytingar fóru at koma, sigur Pál afturlítandi.

Hann skuldi flyta til Danmarkar, finna røttu útbúgvingina og finna seg til rættis í nýggjum svimjifelag við nýggjum liðfeløgum.

- Hesa ferð er eingin stór broyting í lívinum á veg í so máta. Tá OL er yvirstaðið, so verður tað bara tað, og lívið heldur fram. Tað er ein lætti. Tað er ikki trýst á mær á sama hátt, tí ongar stórar avgerðir skulu takast aftaná, greiður hann frá.

 

Hoyrir til á liðnum – hesaferð

Pál og donsku liðfelagarnir hava verið í Rio síðan 26. juli, og vandu fyrstu vikuna í einum hyli skamt frá hotellinum. Um mánaðarskiftið fluttu svimjararnir inn í sokallaða olympiska býin, og fyrireikingarnar til kappingina eru nú í allarseinasta skeiðnum. Flestu svimjararnir hava, síðani teir komu til Brasil, stigvíst minkað um venjingarmongdina, meðan Pál við vilja hevur hildið mongdina hægri. Hann venur annaðhvørt tvær ferðir og eina ferð um dagin, og soleiðis ganga dagarnir í danska svimjihópinum, nú kappingin av álvara nærkast.

Í samrøðu við Berlingske fyri kortum greiddi vágbingurin frá, hvussu hann undan OL í London fór úr svimjihøllini í Vági á venjingarlegu í Colorado og Arizona við danska svimjilandsliðnum. Hetta var fyrstu ferð, Pál var partur av einum yrkisliði, og brádliga hevði hann atgongd til alskyns ítróttarvísindaliga serfrøði og kundi læra av sínum royndu liðfeløgum. Tað var ikki bara gott, og føroyski svimjarin sigur, at tað eisini kendist ørkymlandi at vera tikin burtur úr lítla ”økosysteminum,” ið hann og Jón høvdu bygt upp árini frammanundan.

- Tað var ein broyting, sum ikki var fyri tað besta akkurát tá, og sum eg ikki megnaði at handfara til fulnar, sigur Pál.

Internetsambandið hetta kvøldið er framvegis vánaligt, og fleiri steðgir eru í samrøðuni. Pál er kortini tolin. Bíðar, til hol aftur er ígjøgnum, og heldur so fram. Harumframt skal hann helst ikki leggja seg ov tíðliga, tí svimjararnir skulu venja seg við tíðarmunin.

- Tað kennist natúrligari nú enn fyri fýra árum síðani. Nú havi eg eisini skilt betur ímillum, hvat er gott og minni gott av tí, sum liðfelagarnir gera. Eg taki ikki longur fyri givið, at alt, sum tey gera, er rætt, bert tí tey eru øgiliga roynd og góð, sigur hann og greiður frá, at hann nú kennir seg at hoyra til á liðnum, sum hóast alt er rættuliga altjóðakent (enskir, avstralskir og íslendskir venjarar eru partur av hópinum). Hann leggur afturat, at hann á ongan hátt kennir seg uttanfyri, hóast ”eg havi mína føroysku hettu á til hvørja venjing.”

 

Gróthørð kapping um finalupláss

Okkurt bendir á, at leitanin eftir rættu kappingarsinnalagnum hevur givið úrslit. Hóast hetta er ógjørligt at spáa um, hvussu fer at spæla av fríggjadagin 12. august, tá innleiðandi riðlarnir eru á skránni á Olympic Aquatics Stadium í býarpartinum Barra Da Tijuca, vestarliga í Rio. Skjótt er kortini at staðfesta, at kappingin um finaluplássini verður gróthørð, og tilmeldingartíðirnar lúgva heldur ikki. 20 svimjarar eru tilmeldaðir við tíðum undir 15 minuttum. Pál er nummar 18 á listanum, og eingin ivi er um, hvat vágbingurin savnar seg um.

- Tá eg svimji innleiðandi, verður ikki spart upp á nakrar kreftir. Tað er á ongan hátt ein avgreiðsluspurningur at koma í finaluna, og fleiri hava tað uppá sama máta. So tað verða nógvir, sum fara at svimja øgiliga skjótt, ger Pál greitt.

Um langteinasvimjarin hevur nakrar vónir um heiðursmerki hesaferð, verður tað í øllum førum ikki sagt hart. Hetta er óivað við vilja, og hugsast kann, at tvær skilligar høvuðsorsøkir eru til tess. Pál ynskir ikki at leggja óneyðugt trýst á sínar herðar við at tosa vónirnar upp, og helst passar tað honum væl at flúgva undir radaranum. Onnur orsøkin er, at hann hesa ferð rætt og slætt ikki telist millum allarsterkastu svimjararnar í feltinum. Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya, skrivar á svimjing.com, at ”hann (Pál) má svimja upp til sítt allarbesta fyri at náa finaluna í Rio,” og tað merkir, at hann skal náa tíðir, sum hann bert hevur svomið eini seks ferðir áður.

Umframt sterka luttakaralistan, kann tíðin á degnum, tá svimjast skal, ávirka úrslitið og trýsta tíðirnar niður. Innleiðandi riðlarnir eru nevniliga á skránni tíðliga seinnapart, í staðin fyri um morgunin, sum annars er rættuliga vanligt. Pál greiður frá, at svomið verður sum oftast skjótari seinnapart, og tekur OL í Beijing í 2008 sum dømi. Innleiðandi varð tá svomið um kvøldið, og áttandi maðurin í finaluna ta ferðina svam 14.49.53. So langt niður væntar Pál kortini ikki at skula á hesum sinni, men spáar eina líknandi avleiðing.

- Av tí at feltið er so sterkt, eri eg noyddur bert at savna meg um at koma í finaluna, og tað er málið hjá mær. Um tað so eydnast, kann eg taka tað harfrá aftaná, sigur Pál, sum ikki fyrigyklar sær nakað.

 

OL og hvat so?

Í áðurnevndu samrøðuni við Berlingske vil journalisturin vera við, at OL í Rio verður ein av seinastu stóru kappingunum hjá Páli, og at svimjarin hevur ætlanir um at gevast eftir heimsmeistarastevnuna í desember. Vágbingurin hevur aftaná noktað fyri hesum, og segði í Sosialinum, at meir var lagt í orðini, enn gott var. Hvussu verður og ikki er óvist, men sigast kann við rættuliga stórari vissu, at hetta verða seinastu Olympisku leikirnir hjá Páli, sum í langteinatíðarrokning nærkast pensiónsaldri.

Fara hesir leikirnir at definera títt eftirmæli sum ítróttarfólk?

Longu tíðliga í samrøðuni hevur Pál gjørt vart við, at tað er ikki alt, hann hevur hug at tosa um hetta kvøldið, og hann drálar. Ikki tí hann óttast, at eitt vánaligt úrslit kann dálka eftirmæli hansara. Heldur er tað tí, hann ikki vil órógva neyðugu og viðkvomu kappingarjavnvágina.

- Eg vil ikki leggja ov stóran dent á hetta, og um eg verði mettur út frá hesum... Teir tankarnir kunnu vera eitt sindur farligir. Tí royni eg at hugsa í núinum, sigur Pál, og staðfestir, at tá hann um eina viku loypur í bláa hylin, skulu teir 1500 metrarnir svimjast í høvdinum eins væl og í vatninum.

 

 

FAKTA

Tilmeldingartíðirnar

Hóast tilmeldingartíðirnar ikki kunnu siga við vissu, hvussu skjótt svimjast skal fyri at náa í finaluna, kunnu tær geva eina ábending. Her eru átta tær bestu samanbornar við hana hjá Páli Vitalis Joensen.

1. 14.34.04 - Gregorio Paltrinieri, Italia

2. 14.39.54 - Mack Horton, Avstralia

3. 14.41.20 - Connor Jeager, USA

4. 14.46.48 - Gabriele Detti, Italia

5. 14.48.60 - Jack McLoughlin, Avstralia

6. 14.49.19 - Jordan Wilimovski, USA

7. 14.50.33 - Mykhailo Romanchuk, Ukraina

8. 14.51.08 - Ryan Cochrane, Avstralia

18. 14.58.52 - Pál Joensen, Danmark

 

Favorittarnir

Sun Yang: Kinverjin eigur heimsmetið á 1500 metra teininum við tíðini 14.31.02, sum hann setti undir OL í London fyri fýra árum síðani. Seint í 2014 kom fram, at Sun Yang fyrr sama ár var tikin fyri doping og hevði sitið revsingina uppá tríggjar mánaðir. Í ár hevur 24 ára gamli kinverjin stríðst við ein skaða í fótinum, men sær nú út til at vera væl fyri, hóast tilmeldingartíðin ikki er hin allarbesta.

Gregorio Paltrinieri: Bert 21 ára gamli italiumaðurin er núverandi heimsmeistari á 1500 metra teininum. Tað gjørdist hann í Kazan í fjør, tá Sun Yang tók seg úr finaluni vegna pínu í bringuni. Hetta var ta ferðina, tá Pál Vitalis Joensen kundi og burdi havt fingið tøka finaluplássið, eftirsum hann hevði níggjundu bestu tíðina. Paltrinieri er tilmeldaður OL í Rio við bestu tíð, 14.34.04, og verður óivað í fremra endanum.

Mack Horton: Mack Horton eigur næstbestu tilmeldingartíðina til 1500 metra teinin. Bert 20 ára gamli avstraliumaðurin var heppin og slapp undan við smáum snuddum, tá hann koyrdi útav við sínum Land Rover fyri gott tveimum mánaðum síðani. Ungi svimjarin er nýggja vónin hjá Avstralia, sum hevur drúgva siðvenju á 1500 metra teininum, og vann bronsuheiðursmerki til HM í Kazan.

 

Pál í Rio

Pál tekur bert lut á 1500 metra teininum. Innleiðandi riðlarnir skulu svimjast fríggjadagin 12. august frá kl. 16.40 føroyska tíð. Um tað eydnast Páli at svimja seg í finaluna, skal hann aftur í hylin dagin eftir, leygardagin 13. august. Finalan byrjar kl. 21.11 lokala tíð, og tað merkir, at her í Føroyum er hon ikki á skránni fyrrenn sunnunáttina kl. 01.11.

 

Um Pál

Pál Vitalis Joensen er 25 ára gamal yrkissvimjari, ættaður úr Vági. Foreldrini eita Kaj Joensen og Thurid Kjærbo, og hann hevur tveir beiggjar, sum eita Elmar og Eyðbjørn Joensen. Pál býr í Keypmannahavn saman við konuni, Maluni Vitalis Joensen, og lesur Erhversøkonomi og projektledelse á Copenhagen Business School. Millum bestu svimjiúrslitini hjá Páli kunnu nevnast fjórða plássið í 1500 metra frí til HM í Shanghai í 2011, og tey bæði silvurheiðursmerkini í 800- og 1500 metra frí til EM í Berlin í 2014.

 

Bestu tíðirnar hjá Páli í 1500 metrum frí

14.46.33 Shanghai, 2011

14.50.59 Berlin, 2014

14.56.66 Shanghai, 2011

14.56.90 Budapest, 2010

14.57.76 Barcelona 2013

14.58.52 Kazan 2015

 

placeholder

Meira langlesnaður