ÍSF: Pál umboðar Føroyar

2016-08-12 13:48 Author image
Dimma

- Tá umstøðurnar hava lagað tað soleiðis, at tað ikki ber til hjá Páli at luttaka undir føroyska Merkinum, er at frøast um, at hann hóast hetta umboðar føroysku ítróttatjóðina á siðiligan og virðiligan hátt og ikki dylur fyri, at hann fyrst og fremst er føroyingur.

Soleiðis sigur forsetin í ÍSF í einari heilsan til Pál Joensen.

Hóast Ítróttasamband Føroya enn ikki hevur fingið limaskap í altjóða olympiska felagskapinum IOC, so er føroysk ítrótt umboðað í Rio. Fremsti svimjari okkara, Pál Vitalis Joensen, luttekur á øðrum sinni í danska OL-hópinum og skal fríggjadagin royna seg á 1.500 metra teininum. Og tað er í hesum sambandi, at ÍSD-forsetin takkar Páli fyri at umboða Føroyar kortini.

- Pál hevur verið sera gott umboð fyri føroyska ítrótt. Í EM og HM-kappingum hevur hann víst, at hann er millum fremstu svimjarar í heiminum, og at tað ber til við áræði, vilja og miðvísari venjing at røkka langt, hóast ein kemur frá fámentari tjóð. Ítróttasamband Føroya ynskir Páli alt tað besta í Rio í vónini um, at úrslitið verður gott, skrivar Elin H. Joensen, ÍSF-forseti á heimasíðuni.

Skal Pál koma í finaluna, sum verður leygardagin, skal hann svimja av tí besta, hann nakrantíð hevur svomið. Sama hvat nummar í røðini Pál enn verður, so er eingin ivi um, at hann er og altíð hevur verið góð fyrimynd fyri okkum øll – ung sum eldri, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

- Ein fyrimynd, ið hevur prógvað, at ert tú til reiðar at geva alt tað, tú kanst fyri ítrótt tína, so fært tú eisini góð úrslit.

placeholder

Meira langlesnaður