Pál Weihe: Brúka oyrasnigil ella hátalara í telefonini

2016-05-20 14:38 Author image
Sigmund Vang

Fleiri felagsskapir, millum annað føroyska Erbylgjufelagið, meta, at tíðin nú er búgvin til at hækka ávaringarstøðið. Janus Guttesen, formaður í Erbylgjufelagnum, segði við útvarpið hjá Kringvarpinum farna vikuskiftið, at ávaringin eigur at ljóða, at bylgjurnar frá fartelefonum og netsambondum helst eru krabbameinselvandi.

Vit hava spurt Pál Weihe, granskara og leiðari fyri Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu, um støðan er broytt seinastu árini, nú felagsskapir aftur ávara ímóti hesum strálum. Pál Weihe, sum hevur fylgt væl við, tá tað snýr seg um stráling, og áður hevur vegleitt um brúk av fartelefonum, sigur, at einki nýtt er komið fram í granskingarhøpi viðvíkjandi strálingini seinastu árini.

- Eg haldi tað er rímiligt at siga, at støðan er óbroytt seinastu mongu árini. Men rætt er tað, at IARC í mai 2011 bólkaði radiobylgjur, sum tær fartelefonir senda út, møguliga at vera krabbaelvandi, og setti tær í bólk 2B, sum tað eitur. Hetta er tó á ongan hátt nakað prógv fyri, at tær eru tað, tí flest allar stórar kanningar hava onki víst, sigur Pál Weihe.

- Eg havi áður mælt til, at um fólk vilja vera fyrivarin við fartelefonum, so kunnu tey brúka ein oyrasnigil ella brúka hátalaran á telefoni, so hon ikki allatíðina verður hildin upp við oyrað. So mín besta meting er nú sum áður, at eingin orsøk er at banna radiofrekventari stráling – fartelefonir og WiFI – men orsøk er framhaldandi til at fylgja við krabbatíttleikanum í heilanum, bæði hjá okkum og allastaðni, har tey eru før fyri at diagnostisera heilakrabba, sigur professarin.

Lesið meira um evnið í Dimmalætting, sum kom í sølubúðirnar fríggjadagin 20. mai.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður