Drotningin: Páll á Reynatúgvu má gera sum hann vil

2016-06-16 13:10 Author image
Sigmund Vang

Sum siðvenja er, helt drotningin tíðindafund síðsta dagin hon vitjaði. Á fundinum varð hon millum annað spurd, um hon hevði nakra viðmerking til, at Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, ikki vildi taka ímóti riddarakrossinum og heldur ikki vildi luttaka til døgurðan umborð á Dannebrog, sum drotningin var vertur fyri. Drotningin var rættiliga avgjørd í sínum svari:

- Tað er eitt frítt samfelag, vit liva í. Hann má gera tað, sum hann vil, svaraði hon, og hugdi burtur, eins og fyri at vísa, at so hevði hon ikki meira at siga um tað málið.


Lesið eisini, hvat fyrrverandi stjórin á Løgtingsskrivstovuni heldur um málið HER

  

placeholder

Meira langlesnaður