Pallur og mikrofon eru aftur opin

2016-08-16 09:49 Author image
Dimma

Mest sum allan seinasta vetur var pallurin á Reinsarínum hvørt mikukvøld opin fyri øllum, ið høvdu hug at royna seg.

Tað eru Arnold Ludvig og Anna Iachino, ið hava staðið fyri tiltakinum, sum Tórshavnar kommuna stuðlar, og tey framføra javnan sjálv. Nú verður lagt til brots aftur, og serligur gestur hesa ferð er tónlistamaðurin Kristian Blak.

Kristian Blak var upprunin til plátufelagið Tutl í 1997, og restin er týdningarmikil tónleikasøga. Kristian fekk Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens í 2002 og Heiðursgávu Landsins í 2011.

Tiltakið er fyri øll, ið vilja sleppa at frambera fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgusigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Í síðstu viku var yrkjarin Trygvi Danielsen á skránni

Tiltakið er ætlað at vera ein ein kreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki. Tiltakið byrjar klokkan 19.30.

placeholder

Meira langlesnaður