Ambætararnir hoknaðu

2016-05-10 10:27 Author image
Dimma

Í gjár rakti Panama-fepurin so Føroyar, tá ICIJ valdi at almannakunngera nakrar útvaldar upplýsingar. Higratil hava tað bara verið miðlar í ICIJ-samstarvinum, sum hava havt atgongd. Talan var um faktuellar upplýsingar, tí privatir kontoupplýsingar og teldupostar hjá einstaklingum vóru sáldaði frá.

Nøkur føroysk nøvn vóru at finna á listanum, men í flestu førum var talan um feløg, ið ikki eru virkin í dag, eins og onkur persónur var deyður fyri árum síðan, og virksemið í felagnum tískil steðgað. Orsøkin er, at upplýsingarnir ganga heilt aftur til 1977. Tað er heldur ikki revsivert í sær sjálvum at hava eina konto ella felag í skattaskjóli, og tí ber ikki til at almannakunngera nøvn bara fyri at nevna onkran.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður