París avlýst

2016-07-11 11:22 Author image
Jákup Højgaard

Ikki selja skinnið fyrrenn bjørnin er skotin, sigur eitt orðatak.

Tað máttu fraklendingar ásanna, tá teir taptu EM finaluna á heimavølli ímóti Portugal í gjár. 

Áðrenn dystin í gjár vóru fleiri bilførarar, ið løgdu merki til, at franska fótbóltssambandið kanska hevði verið í so tryggir við dystarúrslitinum. Á veg inn í París, har dysturin skuldi spælast, sást blái bussurin við eyðkenda hvíta hananum prýddur við orðunum ‘CHAMPIONS D’EUROPE 2016’ og ‘MERCI’. 

Um tað var góð fyrireiking ella ikki verður nógv kjakast um á sosialu miðlunum, men eitt sindur óheppið var tað, tá ikki gekk sum Frakland hevði ætlað. Í 108 minutti skoraði Eder og Portugal fór avstað við sínum fyrsta EM sigri og sendi heiðursbussin hjá Les Bleus tóman heimaftur.  

placeholder

Meira langlesnaður