Partur av Rossagøtuni stongdur fyri gongufólki

2016-07-24 19:33 Author image
Jákup Højgaard

Ríðibreytin í Marknagili er nú stongd fyri gongufólki. Tað skrivar Føroya Ríðingarfelga á Facebook síðu síni. 

Alsamt fleiri fólk velja at spáka sær eftir sonevndu Rossagøtuni, men nógv eru, sum ikki vita av at gingið eisini verður eftir kappríðingarbreytini hjá Føroya Ríðingarfelag. Talan er um langa teinin yvir á sjálva gøtuna, uppi yvir Berg Hestum. 

Nú boðar Føroya Ríðingarfelag frá, at ríðibreytin er frá nú og til 3. august bert til ross. Grundin er, at reiðfólk skulu nýta kappingarbreytina til at venja og tá er ikki vandaleyst at vera á breytini. Felagið boðar frá, at pláss er vestanfyri breytina, har gongufólk, rennarar og súkklufólk kunnu ferðast eftir ístaðin. 

placeholder

Meira langlesnaður