120.000 patrónir til veiðu um árið – og nógv liggur og flýtur

2017-01-14 16:57 Author image
Dimma

Vertíðin fyri haruveiðu endaði á nýggjárinum, og áhugin at gera upp, hvussu nógv varð skotið í ár, hevur verið stórur, eins og tey undanfarnu – einar 4.000 tá avtornar. Men við skjótingini fylgir eisini dálking, um veiðimenninir ikki eru tilvitaðir um virðið av einum reinum umhvørvi.

Vit hava tosað við bøndur, sum selja hagar til menn at brúka til veiðu, men har veiðimenninir ikki vísa umhvørvinum stórvegis virðing og bara lata tómu patrónhylkini sløðast í haganum eftir skjóting. Tað ber illa til hjá bóndum at standa fram við navni og siga alment hvør dálkar, tí talan er um fólk, sum hava latið pening afturfyri rættindini at skjóta haru.

Lesið meira í blaðnum, sum kom í sølubúðirnar fríggjadagin

  

  

Meira langlesnaður