Royna at fáa fólk at pendla

2016-05-14 10:00 Author image
Dimma

- Tað eru nógvir fyrimunir við at pendla, tí tað er nógv bíligari at ferðast saman enn hvør sær, og so minkar tað eisini um útlátið av Co2. Hetta ber væl til í øðrum lonfum, so tað eigur eisini at bera til hjá okkum, sigur Maria Gunnleivsdóttir.

 

Gamalt hugskot tikið fram

Tað var longu í 2008, at hugskotið um felags ferðslu varð kunngjørt í eini virkisætlan, nevnd “Skjótt syftir seiðir – og tunga takið”. Men longri enn so kom tað ikki, fyrr enn Maria Gunnleivsdóttir og Niels Mellemgaard í fjør á Umhvørvisvikuni í Tórshavnar Kommunu fingu játtað 50.000 krónur til at menna ætlanina sum eitt tilboð á internetinum.

Úrslitið gjørdist www.pendla.fo, sum hevur verið virkin eina tíð.

Men tað kostar eisini at reka eina slíka síðu, og tískil leitaðu stovnararnir sær eftir stuðli. Bæði Landsverk, Umhvørvisstovan og Strandferðslan hildu átakið vera áhugavert, og stuðlaðu við 5.000 krónum hvør, so tað eru ikki nógvir pengar, sum hava verið brúktir higartil.

Enn er einki brúkt til marknaðarføring av heimasíðuni, og tað merkir eisini talið av brúkarum, at kunnleikin ikki er náddur út til øll enn.

- Vit hava gjørt av at hava eina royndartíð upp á fimm ár, og hetta tíðarskeið náa so nógvum sum gjørligt og fáa tey ferðandi til at broyta hugburð, sigur Maria Gunnleivsdóttir.

Nakrir hundrað brúkarar hava skrásett seg í skipanini, men nakað færri rita javnan inn fyri at brúka síðuna.

 

Stovna túrar

Tað er ókeypis at brúka pendla.fo, og tað einasta sum krevst er gera ein brúkara og síðan stovna túrar, har viðkomandi sigur frá, hvørja leið koyrt verður. Síðan kunnu onnur síggja, hvar koyrt verður, og melda seg til túrin.

Á pendla.fo kunnu bilførarar stovna túrar, t.e. upplýsa nær, hvaðani og hvagar hann/hon koyrir. Onnur, sum skulu somu leið um somu tíð, kunnu tá seta seg í samband við bilføraran at vita, um tey kunnu koyra við.

Tey, sum koma við, rinda so eitt ávíst avtalað gjald til tann, sum eigur bilin, og til tað hava fólkini aftanfyri pendla.fo gjørt ein frymil, sum byggir á, hvussu nógvar kilometrar bilurin koyrir upp á liturin, hvat prísurin er á brennievni og hvussu long leiðin er. Soleiðis verður tað bíligari hjá bileigaranum, eins og tað verður bíligari hjá tí ferðandi.

Á heimasíðuni er eisini yvirlit yvir pendlarapláss kring landið, har ein kann seta sín egna bil, og síðan avtala at koyra víðari við einum øðrum.

 

FAKTA

Dømi: Klaksvík-Havnar

Óli eigur ein Peugeot 206, 1,4, frá 2001, sum brúkar bensin. Óli koyrir millum Klaksvík og Havn fimm dagar um vikuna, aftur og fram. Jógvan, sum ikki eigur bil, koyrir við Óla.

Vegalongdin millum Klaksvík og Havn er 75,3 km.

Bilurin koyrir 15,9 km/l.

Prísurin á bensini er 8,34 kr/l (27. desember 2015).

Kostnaðurin fyri brennievni at koyra túrin (einvegis) er tá = 75,3 km / 15,9 km/l * 8,34 kr/l = 39,5 kr ≅ 40 kr.

Kostnaður fyri brennievni fyri eina viku = 40 kr. * 2 túrar/dagin * 5 dagar/viku = 400 kr.

Um Óli og Jógvan halda, at tað er rímiligt at deila kostnaðin javnt millum sín, skal Jógvan gjalda Óla 40 kr. fyri hvønn dag, ella 200 kr. um vikuna.

Kelda: pendla.fo

 

FAKTA

Fólk, ið pendla til og úr høvuðsøkjum, 11.11.11

                                                Frá-pendlarar                    Til-pendlarar                     Munur

Norðoyggjar                              488                                         314                                         -174

Eysturoy                                    1.251                                     518                                         -733

Tórshavnarøkið                         466                                         2.668                                     2.202

Streymoy annars                       1298                                       509                                         -789

Vágaøkið                                  428                                         134                                         -294

Sandoyarøkið                           153                                         31                                           -122

Suðuroy                                   180                                         90                                           -90

Pendlarar tilsamans                 4.264                                     4.264                                     0

(Fólk 15 ár og eldri)

Kelda: Hagstova Føroya

Ringt at fáa túr

 Tomina Hanna í Lon í Fuglafirði vil fegin taka fólk við, tá hon koyrir úr Fuglafirði til Havnar, og Marianna Garðslíð vil fegin koyra við millum Skála og Runavík – men enn hevur eingin bjóðað seg fram

- Eg lesi til lærara og koyri vanliga millum Fuglafjørð og Havnina tríggjar ferðir um vikuna, og tí hevði verið upplagt at fingin onkran við. Eg arbeiði eisini náttarvakt á psykiatriska deplinum, og tá ber ikki til at fáa buss, sigur Tomina Hanna í Lon í Fuglafirði.

- Eg haldi ikki, at tað er neyðugt við tveimum bilum í húsinum og kundi hugsað mær at koyrt við onkrum millum Skála og Runavík, sigur Marianna Garðslíð av Skála.

Í okkara grannalondum hevur tað í longri tíð verið vanligt at ferðast saman. Hetta verður gjørt umvegis serligar heimasíður, sum venda sær til sonevndar pendlarar, tað vil siga fólk sum ferðast javnan millum heim og arbeiðspláss ella skúla, uttan sjálvi at koyra.

Tað eru fleiri fyrimunir at ferðast á henda hátt – tað er bíligari, og so er tað eisini gott fyri umhvørvið og ferðsluruðuleikan, at fýra ferðast í sama bili heldur enn í hvør sínum. Orsøkirnar kunnu tískil vera bæði av peningaligum og hugsjónarligum slag.

Men tað tykist sum tað er trupult at fáa føroyingar at broyta hugburð, tí undirtøkan fyri átakinum og tilboðnum á www.pendla.fo er ikki tann størsta.

- Eg teknaði meg til skipanina í apríl, men tíverri havi eg ikki fingið fart enn, sigur Marianna Garðslíð, sum býr á Skála og júst hevur latið handilin Rosah upp í Runavík.

- Eg havi upprættað brúkara fyri nakað síðan, og bjóði meg at koyra millum Fuglafjørð og Havnina, men enn hevur eingin teknað seg til túrin. Tað kann vera tí at ov fá kenna tilboðið, ella at heimasíðan pendla.fo ikki ger nóg greitt, at túrurin enn er í gildi. Tað kann síggja út sum, at túrurin bara er galdandi tann dag hann var upprættaður, sigur Tomina Hanna í Lon úr Fuglafirði.

Tað finnast aðrar skipanir eisini, sum leggja seg eftir at fáa fólk at ferðast meira umhvørvisvinarligt, sum vit skrivaðu um longu í 2014. Tað er skipanin letsgo.fo, har tað ber til at leiga sær ein býtisbil, eftir at hava teknað seg sum lim fyri 950 krónur. Síðan rindar brúkarin eitt limagjald og fyri nýtslu.

Pendla.fo er ein ókeypis skipan, har brúkarin bara rindar til tann sum koyrir.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður