Pensjónsnýskipan skal hjálpa eldri úr fátækraváða

2016-06-01 08:08 Author image
Dimma

Fólkapensjónistarnir gerast lutfalsliga fátækari samanborið við onnur í Føroyum. Hetta skal komandi pensjónsnýskipanin rætta uppá. Tað sigur Eyðgun Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum

Í 2014 vóru 965 fleiri fólk í fátækraváða, enn tað vóru í 2009. Samstundis vísa tølini, og at tað eru fólkapensjónistarnir, sum standa fyri nógv tí størsta partinum av vøkstrinum.

Tað gongur rætta vegin hjá føroyingum undir fólkapensjónsaldri, meðan tað fyri fólkapensjónistarnar gongur skeiva vegin.

- Tað er ikki nøktandi, at inntøkan hjá fólkapensjónistum ikki er vaksin eins nógv sum inntøkan hjá øllum øðrum aldursbólkum her á landi. Hinvegin er at fegnast um, at talið av børnum og barnafamiljum í fátækraváða er fallandi, sigur Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna í almannamálum.

Í stríðnum at basa fátækradømi er neyðugt at skilja ímillum fólkapensjónistar og yngru aldursbólkarnar, tí tað eru ymisk amboð, ið skulu brúkast til hesar báðar bólkarnar.

- Høvuðsamboðið at basa fátækradømi hjá teimum eldru er pensjónin. Av tí at hon ikki er javnað seinastu árini, er fitt av pensjónistum, sum hava ligið beint omanfyri markið, nú farnir niður um fátækraváðamarkið, staðfestir landsstýriskvinnan.

Løgtingið hevur síðan samtykt eina hækking í fólkapensjónini, men tann hækkingin sæst sostatt ikki í tølum fyri 2014, sum er seinasta mátið fyri fátækraváða.

- Eitt av málunum við pensjónsnýskipanini er at venda skeivu gongdini við alsamt vaksandi tali av fólkapensjónistum í fátækraváða, sigur Eygun Samuelsen.

placeholder

Meira langlesnaður