Búskaparráðið: Skattalættin er ófíggjaður

2016-09-06 09:18 Author image
Sigmund Vang

Í nýggju búskaparfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum verður eisini nomið við forskattingina av pensjónum, sum varð sett í verk undanfarna valskeið. Niðurstøðan hjá Búskaparráðnum er, at skattalættin í høvuðsheitum var ófíggjaður og at hann versnar um haldføri í almenna geiranum.

Búskaparráðið skrivar, at eingi atlit vóru tikin til at goyma peningin av forskattingini til at rinda fyri framtíðar útreiðslutørvir í almenna geiranum, sum fer at vaksa stórliga komandi árini.

- Eingi tiltøk vórðu gjørd til tess at fíggja skattalættan á regluligan hátt – nevniliga við tilsvarandi at skerja útreiðslur almenna geirans, ella við at krevja tilsvarandi meira inn í øðrum skattum og avgjøldum, sigur Búskaparráðið í frágreiðingini.

- Ein eftirskatting – og altso ikki ein forskatting, sum nú er sett í verk – av pensjónsútgjøldunum hevði havt við sær, at peningurin var meira rættstundis tøkur, sigur Búskaparráðið eisini.

Tað verður tó lagt afturat, at framtíðar pensjóns-uppsparingin, sum í einum 15 ára skeði áleggur øllum at gjalda 15 prosent í til egna pensjón, í longdini merkir ein bata fyri haldføri i almenna geiranum.

 

placeholder

Meira langlesnaður