Pentagon brúkt milliónir at kanna ufo-fráboðanir

Mynd: EPA/MICHAEL REYNOLDS

Pentagon brúkt milliónir at kanna ufo-fráboðanir

2017-12-17 12:03 Author image
Georg L. Petersen

"Advanced Aerospace Threat Identification Programme" nevndist verkætlanin, sum varð sett i verk í 2007 og sum demokratiski sentarorurin Harry Reid tók stig til, og sum fylti rættiliga nógv í amerikanska verjumálaraðnum, Pentagon, inntil 2012, tá arbeiðið var steðgað, tí pengarnir skuldu brúkast til okkurt annað.

Hóast verkætlanin alment varð niðurløgd í 2012, so eru tað sambært The New York Times framvegis embætismenn, sum taka sær av fráboðanum um ufo-ar.

Tað eru The New York Times og Politico sum avdúka verkætlanina, sum verjumálaráðið eisini váttaði í gjár.

- Avgerð varð tikin um at raðfesta aðrar verkætlanir, sum høvdu brúk fyri pengum, segði Laura Ochoa, talskvinna hjá Pentagon, við tíðindastovuna Reuters.

Hon vísir heldur ikki aftur, at Pentagon framvegis arbeiðir við ufo-fráboðanum.

- Verjumálaráðið tekur allar hóttanir og møguliga hóttanir móti fólki og landi í størsta álvara, segði talskvinnan.

- Hetta er nakað av tí besta eg havi tikið stig til í míni tíð í kongressini, segði Harry Reid við The New York Times.

Hann helt uppat í politikki fyrr í ár.

placeholder

Meira langlesnaður