Perlan: List í myrkri

Perlan: List í myrkri

2017-06-15 15:30 Author image
Innsent

Hetta vikuskiftið eru Katrin og Rói Einarsson í Perluni í Havn og sýna fram. Myndirnar eru tíggju í tali, og snúgva seg um yvirnáturligar søgur úr Føroyum. Myndirnar eru gjørdar við ljósi í rammunum, og skulu upplivast í myrkri. Av tí sama verður Perlan myrkaløgd, og har verður serligt ljóð og huglag bygt upp undir listina.

Katrin og Rói Einarsson eru systkin úr Trongisvági. Tey hava nógv ár av royndum við myndlist, og havi bæði lisið bachelor í illustratión á Blackpool and the Fylde College í Englandi

Framsýningin letur upp fríggjadagin 16. juni klokkan 16 og er opin til og við sunnukvøldið.

placeholder

Meira langlesnaður