Pf. Wenzel skiftir eigara

Pf. Wenzel skiftir eigara

2017-12-23 13:17 Author image
Innsent

Elsta bilafyritøka í Føroyum skiftir eigara. Talan er um P/F Wenzel, sum hevur røtur heilt aftur til 1917, tá Wenzel Petersen stovnaði ein maskinhandil í Havn. Fyritøkan seldi fyrsta bilin, sum kom á land í 1922.

Síðani 2006 hevur Gunnar Justinussen átt P/F Wenzel við bygningum og sum Ford og Volvo-umboð í Føroyum.

Nýggju eigararnir hjá P/F Wenzel eru Rúni Djurhuus, Petur Slyne og Bárður Brimvík.

Hjá P/F Wenzel eru tríggjar deildir: Bilasølan, bilverkstaðurin og eykalutagoymslan. 

Yvirtøkan er treytað av, at kappingareftirlitið góðkennir keypið.

 

placeholder

Meira langlesnaður