Ph.d.-verja hjá Kalpanu Vijayavarathan

Ph.d.-verja hjá Kalpanu Vijayavarathan

2017-11-04 13:06 Author image
Innsent

Fríggjadagin 17. november fer Kalpana Vijayavarathan at verja ph.d.-ritgerð sína í Auluni á Námsvísindadeildini Evnið fyri ritgerðini er: "Teacher cognition of grade 8 teachers on teaching speaking in English as a foreign language in The Faroe Islands and its impact on teachers’ pedagogical praxis: seven case studies."

Kalpana Vijayavarathan hevur seinastu gott trý árini arbeitt við hesi verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Kalpana, sum frammanundan er námslektari á Námdvísindadeildin, byrjaði arbeiðið við síni ph.d.í august mánað í 2014 og lat ritgerðini inna 30 august í ár. Ph.d.-verkætlanin, sum er fíggjað av Fróðskaparsetri Føroya, er tað sum verður kallað “a joint degree”, sum er ein avtala millum Århus universitet og Fróðskaparsetur Føroya.

Høvðusvegleiðari hevur verið Susana S. Fernández, ph.d., lektari á “Afdeling for Tysk og Romanske sprog” á Århus Universitet, meðan Birgit Henriksen, professari á “Institut for Engelsk, Germansk og Romansk" á Københavns Universitet, hevur verið hjávegleiðari.

Í metingarnevndini sita:

Lektari Carmen Heine, Århus Universitet (formaður)

Lektari Tore Nilsson, Stockholms Universitet

Lektari Marie Christine Appel, UOC – Open University of Catalonia


Verjan, sum er almenn, verður sum nevnt í Auluni á Námsvísindadeildini fríggjadagin 17. november 2017 og byrjar stundisliga kl. 13.

Samandráttur av ritgerðini á enskum kann lesast HER

Ph.d.-ritgerðin liggur eisini alment frammi á Landsbókasavninum.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður