Píkarnir fáa frið

2017-01-16 15:02 Author image
Dimma

- Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur um at fremja tiltøk at avmarka nýtsluna av píkadekkum?

Hetta var spurningurin frá Heðini Mortensen, sum Henrik Old, landsstýrismaður, nú hevur svarað.

Landsstýrismaðurin vísir í sínum svari á, at bara 20 prosent av akførunum í Føroyum brúka píkar, og at talið er rættiliga støðugt.

- Sum spyrjarin vísir á, so hava norðmenn valt at avmarka nýtsluna av píkadekkum í teimum stóru býunum, orsakað av vansum við dusti og harav standandi dálking. Kanningar í Norra vísa, at í býunum, har nýtslan er avmarkað við avgjaldi á akførum, ið nýta píkadekk, koyra millum 80 og 85 prosent av akførunum uttan píkar, meðan umleið 80 prosent av akførunum á vesturlandinum norðan fyri Tróndheim koyra við píkum, svarar Henrik Old.

Og tað er einki sum bendir á, at landsstýrið á nakran hátt ætlar at avmarka nýtsluna við nøkrum tiltaki.

- Sum er, liggur nýtslan av píkadekkum her á landi lágt í mun til t.d. á vesturlandinum í Norra, og spurningurin er, hvørja ávirkan eitt avgjald á nýtsluna av píkadekkum hevur her í mun til ta orku, sum skal til, fyri at umsita eina slíka skipan, sigur Henrik Old.

Hann endar við at svara: Grundað á hesar veruleikar, hevur landsstýrismaðurin í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at fremja tiltøk at avmarka nýtsluna av píkadekkum.

Lesið alt svarið HER

  

  

placeholder

Meira langlesnaður