Pitsamatstova latin upp í Hoyvík

Pitsamatstova latin upp í Hoyvík

2017-11-07 11:52 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í dag letur nýggj matstova í Hoyvík dyrnar upp. Talan er um matstovuna, Tino & his Pizza, ið vil leggja dent á pitsur eins og vit kenna tær úr Italia. Denturin verður lagdur á góðar rávørur og ein góðan tunnan botn. 

Fyriskipararnir vilja vera við, at hetta er ein øðrvísi pitsamatstova, enn tær ið annars eru at finna í Føroyum. Teir vilja leggja seg eftir, at nærum alt konseptið ið matstovan fylgir, skal kunna rekast aftur til italska siðvenju.

Í gjár var eitt eitt opningartiltak hildið í matstovuni, har tættasta familja og vinir, hjá stigtakarunum av matstovuni, vóru boðin at royndarsmakka matin. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, var eisini til staðar, og klipti tað reyða bandið, fyri at lýsa matstovuna opnaða. 

Matstovan opnar fyri almenninginum seinnapartin í dag.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður