Pokémon ørskapur kring heimin

2016-07-18 14:28 Author image
Jákup Højgaard

Í vikuskiftinum sást eitt filmsbrot, ið best lýsir Pokémon-fepurin, ið herjar kring heimin. Brotið er tikið í Central Park í New York, har ein sjáldsamur pokémonnur varð sæddur. Í brotinum síggjast fólk tysja inn í parkina at finna og fanga hetta skapilsið. 

Telefonspælið, har tað ræður um at fanga ymisk Pokémon-skapilsir við snildtelefonini, er næstan við at skapa ørskap í heiminum. Útlendskir miðlar skriva um ymisk óhapp, ið eru komin av at fólk eru ov óansin, tá tey spæla og koma illa fyri. 

Spælið gjørdist tókt í Føroyum í vikuskiftinum og er longu við at gera um seg av álvara. 

Hygg at filmsbrotinum úr Central Park her

 

 

Meira langlesnaður