Pól Sundskarð og 10 norðmenn funnu grindina

2016-08-29 15:59 Author image
Sigmund Vang

Tað er ikki ókent, at fólk á landi boða frá grind, men tað hendir ikki so ofta, at meginparturin av teimum, sum finna grindina, eru útlendingar.

Grindin, sum varð hildin til í Hvannasundi í gjár, bleiv boðað frá av landi. Tað var eitt ferðalið við 10 norðmonnum, sum saman við Pól Sundskarð og tveimum øðrum føroyingum, sum fann grindina, eftir at hava verið ein túr í fjøllunum. Norðmennirnir eru og vitjað her við einum seglbáti.

Tey høvdu millum annað verið og hugt at Ennibergi og vóru stødd í Ormadali, tá tey varnaðust grindina.

Ferðaliðið hjá Pól og teimum fekk finningarfiskin og skóru hann upp sjálvi.

 

placeholder

Meira langlesnaður