Politi: Tveir ungligar toppaðust og herverk framt ímóti bili

Politi: Tveir ungligar toppaðust og herverk framt ímóti bili

2017-11-19 08:55 Author image
Leif Láadal

Farna samdøgrið hevur sum heild verið friðaligt, sigur vakthavandi á politistøðini. Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at tveir ungir manns vóru farnir til hendurs, og máttu ein lítlan túr á skaðastovuna. Talan var tó um eina somikið lítla hending, at eingin er ákærdur í málinum. Foreldrini hjá dreingjunum tóku sær av at fáa teir á skaðastovuna og at fáa frið undir lonina.

Í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður hevði framt herverk inni í einum bili, sum ikki var stongdur. Hendingin hendi í Norðstreymoy og løgreglan fór á staðið og handtók mannin.

 

 

Meira langlesnaður