Politi: Tvey harðskapsmál í nátt

Politi: Tvey harðskapsmál í nátt

2017-11-25 09:47 Author image
Leif Láadal

Eitt sindur av roki var í miðbýnum í Havn í nátt, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

Ein maður bleiv so illa bukaður, at hann mátti á sjúkrahúsið, har hann nú liggur undir eftirliti.

Maðurin varð álopin, sligin og sparkaður av einum manni í 20-unum, sum so rýmdi av staðnum. Politiið sigur, at maðurin, sum sleyg. er millum 185 og 190 sentimetrar, vanliga bygdur og var í myrkum buksum og svørtum jakka. Hann hevði ein kepp inni undir hettuni á hettutroyggju síni. Politiið vil gjarna frætta frá fólki, um tey hava sæð nakað ella vita nakað um mannin ella heldingina, sum hendi trý korter til fýra í nátt.

Hitt harðskapsmálið hendi inni á einum skeinkistaði, har ein maður smekkaði eitt glas í høvdið á einari kvinnu. Kvinnan mátti á skaðastovuna til viðgerð, og maðurin varð handtikin.

Meira langlesnaður