Politiið kann ikki staðfesta orsøkina til eldin

Mynd: Leivur Nygaard

Politiið kann ikki staðfesta orsøkina til eldin

2017-06-19 15:11 Author image
Leif Láadal

- Í samband við kanningararbeiðið, sum politiið setti í verk í niðurbrenda virkinum hja Varðanum Pelagic á Tvøroyri, er ikki møguligt at nágreina, hvør orsøkin er til at eldur kom í bygningin.

Soleiðis skrivar politiið í skrivi sent miðlunum í dag.

Víðari sigur politiið, at tað er komið fram til, at eldurin er uppstaðin í økinum, sum varð brúkt til pakking. Sveisiarbeiði við CO2 var á tí staðnum, men alt bendir á, at sveisiarbeiðið er gjørt fult forsvarligt og eftir galdandi forskriftum.
Øll tann elektriska skipanin er so illa farin, at tað ikki hevur verið møguligt at finna nakrað brek við skipanini.

Politiið metir tí, at tað ikki er møguligt at siga nágreinuliga, hvat orsøkin  til eldin hevur verið.

placeholder

Meira langlesnaður