Politikkur má víkja fyri fótbólti

2016-05-26 13:48 Author image
Dimma

- Tað er bara ein orsøk. Hon er at KÍ spælir.

Borgarstjórin í Klaksvík er knappur og greiður í telefonini, tá ið vit spyrja hann, hví regluligi býráðsfundurin í kvøld er fluttur.

Spenningurin er øgiligur í Klaksvík, nú býardreingirnir vinna býnum heiður. Í kvøld sleppur stoltleikin KÍ veruliga at royna seg í fyrru hálvfinaluni móti NSÍ, sum verður í Djúpimýru. Væntandi fara fólk av húsi at stuðla bláa liðnum, nú veðrið er gott og nógv stendur upp á spæl, og býráðslimirnir vilja ikki sita eftir.

Teir vilja heldur sleppa at brúka røddina til at rópa á LIÐIÐ, heldur enn at keglast um politisk mál. Fasti býraðsfundurin, sum er síðsta hósdag í hvørjum mánað klokkan 17.30, er tískil fluttur til klokkan 16, so býráðslimirnir náa til dystin, sum er klokkan 18. Tað skrivar Norðlýsið.

- Her er fótbóltsfepur. Tað gongur væl hjá KÍ, og vit vilja øll sleppa at stuðla. Vit politikarar vilja eisini gera okkara, so mugu vit vóna, at KÍ ger sítt, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

At tað hevur stóran týdning fyri Klaksvíkina, tá ið KÍ sigrar, er eingin ivi hjá borgarstjóranum.

- Fyrr varð sagt, at fólk arbeiddu skjótari á Kósini, tá ið KÍ vann. Tað er kanska nakað um tað. Í øllum førum fyllir tað øgiliga nógv á arbeiðsplássunum, tá ið KÍ sigrar, og leikararnir siga eisini, at teir vera steðgaðir á gøtuni, nú tað gongur væl. Tað hevur stóran týdning fyri optimismuna sum heild í býnum, so nú vóna vit, at tað heldur á, sigur ein spentur borgarstjóri.

Hann vónar, og væntar kanska eisini eitt sindur, at KÍ vinnur 3-0 í kvøld, so tað ikki gerst alt ov spennandi til returdystin í Runavík. Sambært in.fo er býráðsfundurin í Runavík somuleiðis fluttur, so teirra býráðslimir kunnu fara til Klaksvíkar at stuðla. 

Hin fyrra hálvfinalan varð spæld á Skála í gjárkvøldið millum Skála og Víking. Víkingur vann tepran sigur við einum máli. Málið kom ikki fyrr enn móti dystarenda, tá ið Erling Jacobsen skoraði málið við høvdinum.

   

  

placeholder

Meira langlesnaður