Politisk hólmgonga á sjómannadegnum

2016-08-09 09:19 Author image
Dimma

Nú ein nýskipan av fiskivinnuni er á gáttuni, hava Sjómannadagarnir bjóðað landsstýrismanninum og fyrrverandi landssstýrismanninum í fiskivinnumálum til politiska hólmgongu um okkara høvuðsvinnu.

Høgni Hoydal og Jacob Vestergaard eru grundleggjandi ósamdir um, hvussu samfelagið fær mest burtur úr fiskivinnuni. Á sjómannadegnum verða teirra sjónarmið upp ímóti hvørjum øðrum. Høvið er fráboðaða fiskivinnunýskipanin, og royndaruppboðssølan verður eisini vigað, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Fundurin verður í Skúlanum á Skúlatrøð hósdagin 18. august klokkan 19:00. Vertur er Jón Brian Hvidtfeldt.

placeholder

Meira langlesnaður