Serfrøðin: Politisk uppílegging køvir føroyska sjúkrahúsverkið

2016-06-28 14:56 Author image
Dimma

Heilt síðan byrjanina hjá sjúkrahúsunum hevur stríð og kapping verið millum tey trý sjúkrahúsini. Stríðið hevur snúð seg um tørvin á einstaka sjúkrahúsinum mótvegis tørvinum at miðsavna servitan. Politikarar hava ikki megnað at lyft seg upp um tað kjakið.

- Hetta er eitt kjak , sum javnan verður reist í løgtinginum og í øðrum politiskum orðaskifti, har polariserandi sjónarmið merkja kjakið. Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at hetta huglagið søguliga ikki hevur eggjað til samstarv tvørtur um sjúkrahúsini, staðfestir frágreiðingin um føroyska sjúkrahúsverkið, sum er handað landsstýrinum í dag.

Serfrøðingabólkurin hevur havt til uppgávu at lýsa, hvørjir høvuðstrupulleikar eru í sjúkrahúsverkinum, og hvørjar avleiðingarnar eru av teimum. Bólkurin er mannaður av umboðum fyri øll trý sjúkrahúsinum og umboðum fyri alskyns viðkomandi fakbólkar.


Køva leiðslu og starvsfólk

Vantandi avgerðir á politiskum og umsitingarligum stigi skapa “ørkymlan og køvir leiðsluna og starvsfólkini á sjúkrahúsunum”, sigur serfrøðingabólkurin. Millum annað kemur hetta til sjóndar, hvussu býtið av sergreinum er í sjúkrahúsverkinum:

- Vantandi avgerðir um, hvar sergreinarnar skulu vera, hava ført við sær, at sergreinar hava tikið seg tilvildarliga upp á teimum trimum sjúkrahúsunum. Søgan hevur víst, at sergreinar fylgja teimum serlæknum, sum eru settir í starv, og tað hevur skapað dupult virksemi í heilt smáum sergreingum, t.d. innan bráðvirksemi, urologi, ortopædi og kardiologi.

Stríðið og atgerðarloysi í politisku skipanini hevur gjørt, at ov lítið fæst fyri peningin, sum løgtingið játtar.

- Samstundis sum politiska skipanin, íroknað Heilsu- og innlendismálaráðið, hevur trupult við at taka neyðugar yvirskipaðar avgerðir, merkir politisk uppílegging í smá mál, at sjúkrahúsverkið, sambært serfrøðingabólkinum, verður forðað í at raðfesta og effektivisera rakstrarliga virksemi í mun til peningin, sum løgtingið játtar.

Les alt álitið her


Sirið: Ikki enn eitt skuffuálit

Sirið Stenberg fekk handað álitið Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið í dag, 28. juni. Hon ásannar, at nógv álit eru komin seinnu árini, sum eru endað í politiskum skuffum. Men nú verður øðrvísi. Menningarætlanin verður framd, lovaði hon í Kringvarpinum í dag.

- Hetta er eitt ítøkiligt álit. Tað ber til at seta tiltøkini í verk beinanvegin, um semja er um tað. Hetta álitið er gjørt av teimum, sum eru við í tí dagliga arbeiðanum í sjúkrahúsverkinum. Tey vita, hvat tey tosa um. Hetta er lætt at seta í verk, og hetta álitið fer ikki í eina skuffu, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
  

  

Les eisini: Ein felags sjúkrahúsleiðsla skal gerast fyri øll trý sjúkrahúsini

   

 

 

placeholder

Meira langlesnaður