Politiskt samskifti undir luppin

2016-06-09 10:39 Author image
Dimma

Í heyst verður skeið á Føroyamálsdeildini, har politiskt samskifti verður sett undir luppin. Stakskeiðið er á masterstigi, og tí er tað eitt krav, at viðkomandi hevur útbúgving á bachelor-stigi frammanundan. Skeiðið telur 10 ECST-stig.

Hvat er politiskt samskifti, og hvat eyðkennir politiskt samskifti í dag, eru spurningar, sum skeiðið skal svara. Endamálið er at gera tey lesandi før fyri at greina, skilja og loysa ítøkiligar spurningar í politiskum samskifti. Við støði í útlendskum og føroyskum viðurskiftum verður arbeitt við ymiskum sløgum av samskifti og við teimum snildum, sum eyðkenna politiskt samskifti.

Fróðskaparsetrið sigur, at endamálið er at geva innlit í ymisku sløgini av politiskum samskifti, vitan um og evni at greina serligar snildir í politiskum samskifti umframt innlit í politiskan journalistikk og uppií hesum leiklutin hjá fjølmiðlum.

placeholder

Meira langlesnaður