Portugal tók øll á bóli

2016-07-10 22:41 Author image
Alda Nielsdóttir

Fyri fyrstu ferð nakrantíð endaði ein EM-finala málleys eftir 90 minuttir, og fyri fyrstu ferð í sekstan ár skuldi longd leiktíð til fyri at avgera dystin.

Flestu veddingarfyritøkurnar høvdu Frakland sum favoritt áðrenn dystin, og eftir at Ronaldo mátti út við skaða eftir at umleið tjúgu minuttir vóru leiktir, sá tað nærum vónleyst út hjá Portugal.

Frakland hevði eisini flestu møguleikarnar í vanligu leiktíðini, men onki mál kom í 90 minuttir. Dysturin var sum heild merktur av, at onki lið tordi at spæla ov áleypandi fótbólt.

Tað var innskifti Éder, sum avgjørdi dystin við einum dundurskoti, og Frakland megnaði ikki veruliga at hótta leiðsluna eftir málið.

placeholder

Meira langlesnaður