Posta heldur kósina

2016-06-22 14:05 Author image
Dimma

Hóast brævamongdin er støðugt fallandi, hevur Posta triðja árið á rað eitt avlop at vísa á botnlinjuni.

Posta hevði aðalfund í gjár, har roknskapurin fyri 2015 varð lagdur fram. Úrslitið fyri skatt gjørdist eitt avlop á 4,1 millión fyri skatt. Árið fyri var úrslitið fýra milliónir fyri skatt.


Sølan hækkar
Sølan hækkaði úr 91 milliónum krónum upp í knappar 95 milliónir krónur. Rakstraravlopið var 9,5 milliónir krónur, sum svarar til 10 prosent av søluni. Eginognin er nú góðar 30 mkr.

Útlitini fyri 2016 eru áhugaverd, og Posta væntar eisini eitt yvirskot í 2016, verður sagt í tíðindaskrivi.

Høvuðssætið verður nú nútímansgjørt, og felagið hevur ment sjálvgreiðslur, soleiðis at viðskiftafólk fáa enn størri fleksibilitet.


Útskifting í nevndini
Á aðalfundinum varð ein útskifting gjørd í nevndini. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur valt Jónu Olsen, rakstrarstjóra á Føroya Tele í nevndina, og Poula Michelsen Kass er farin úr nevndini.

Í nevndini sita Andras Róin, nevndarformaður, Reidar Nónfjall, næstformaður, Aibritt á Plógv, Jóna Olsen, Jens Peder Jensen og Sunleif Álaberg.

 

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður