Poul Andrias Ziska vann heiðurin sum ársins kokkur

Poul Andrias Ziska vann heiðurin sum ársins kokkur

2017-10-30 12:34 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Poul Andrias Ziska er ungi kokkurin á matstovuni Koks. Hann tók við starvinum sum høvuðskokkur bert 23 ára gamal og síðan hevur navn hansara ofta verið at hoyrt, í samband við flott avrik og góð ummæli. Í fjør fekk Koks eisini fyrstu Michelin-stjørnuna í Føroyum nakrantíð.

Nú hevur Poul Andrias aftur verið nevndur í samband við flott avrik. Í gjár vann hann nevniliga heiðurin sum "Årets kokkeprofil" í blaðnum, Den Danske Spiseguide. Hetta er ein sera stórur heiður, og hvørt ár eru tað stórir profilar innanfyri matstovuvinnuna í danska ríkinum ið vera tilnevnd.

Í fjør vann kokkurin, Rasmus Kofoed, ið arbeiðir á tí kendu donsku matstovuni, Geranium, ið vann heiðurin.

Umframt Poul Andrias Ziska vóru eisini Micheal Miv Pedersen, ið arbeiðir á Tabu í Århus, Claus Henriksen á Dragsholm Slot og Rainer Gassner á Ti Trin Ned í Fredericia, eisini tilnevndir. 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður