Bill – hatta er ikki heilt fair

2016-06-30 15:43 Author image
Dimma

Nú um dagarnar skrivaði Bill Justinussen grein, har hann spyr hví vit ikki koma víðari. Hvat vit gera við arktiska spurningin og hví brúka vit orku til at keglast um hvør ið ræður í Føroyum?

Eg haldi at Bill Justinussen veit, at Uttanríkis- og vinnumálaráðið málrættað luttekur í arktiska arbeiðinum. Ráðið vil soleiðis tryggja at føroysk áhugamál verða røkt á ein ábyrgdarfullan hátt. Bill veit eisini, at vit raðfesta útnorðursamstarvið høgt, og at - tað ið eg veit um – ikki er nakar munur á hansara og míni fatan av týdninginum av hesum arbeiði.  

Vit kunnu bara staðfesta, at tað eru komnar tvær frágreiðingar frá dønum um danskan uttanríkispolitikk. Tann eina frágreiðingin hjá Taksøe snýr seg um danskan uttanríkispolitikk og um stórveldi Danmark í Arktis. Hin snýr seg um danskan verju- og geopolitikk í Arktis. Frágreiðingarnar báðar - tá tað snýr seg um Arktis - snúgva seg eina mest um Grønland, men eisini stendur har eitt sindur um Føroyar.

Frágreiðingarnar eru hugmyndarligar og fevna víða. Millum annað stendur í verjufrágreiðingini, at tað ikki er  óhugsandi, at neyðugt verður aftur at seta upp radarareftirlit í Føroyum.

Ein onnur aktuell hending av somu skuffu, var vitjanin av amerikanska herflotaráðharranum í Føroyum nú um dagarnar. Ráðharrin segði millum annað, at strategiski týdningurin av Føroyum best sæst við at hyggja eftir hvar Føroyar liggja á kortinum. Hann segði eisini, at USA í løtuni uppraðfestir verjuna við at økja munandi um amerikanska herflotan.

Av øllum tí, sum sagt og skrivað hevur verið um Arktisk í hesum sambandi, hava føroyskir fjølmiðlar bara valt at umrøða dubbingina og tað manglandi eftirlitið av fremmandum virksemi, sum í løtuni er í og kring Føroyar. Sigast skal tó, at málið er sera viðkomandi og eigur at viðgerast í álvara. Tað hava vit gjørt og tí hava vit saman við uttanlandsnevndini boðað frá, at tað eru føroyingar, sum avgera hvørja verjuátøk skulu fremjast í Føroyum og í føroyskum nærøki. Skilji eg Bill rætt, so tekur hann undir við hesi niðurstøðu.

Eg haldi tó, eins og Bill Justinussen, at tað kundi verið nógv annað at umrøtt í sambandi við Arktis og tær frágreiðingar, sum eru komnar, men tað ber einaferð ikki til hjá mær at raðfesta, hvat miðlarnir skulu og ikki skulu viðgerða. Tað eri eg sannførdur um at Bill heldur ikki er førur fyri.

So Bill – tað ber ikki til at spyrja hvat ein fær at til døgurða um ein ikki er boðin.

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður