Poul Michelsen: John Rajani einki við PM at gera

2016-06-04 11:32 Author image
Sigmund Vang

Dimma.fo skrivaði fyrr í dag, at málið eftir øllum at døma snúði seg eina trætu millum Poul Michelsen og PM øðrumegin og so John Rajani hinumegin. Men soleiðis vendir málið ikki.

Poul Michelsen sigur við Dimma.fo, at hann ikki vil fara í smálutir í sambandi við tær ringu royndir, sum hann hevur av John Rajani, men hann vil gera vart við, at hendan træta einki hevur við PM-heilsølu og aðrar deildin hjá PM at gera.

Greinin ”Poul Michelsen: Eg havi ringar royndir av John Rajani”, sum kann lesast HER, er nú rættað eitt sindur til.

Poul Michelsen sigur tó við Dimma.fo at hann stendur rimmar fast um sína meining um at John Rajani ikki er rætti maðurin at leiða aðalráðið, sum hann sum landsstýrismaður varðar av.

 

 

placeholder

Meira langlesnaður