Poula skal ráðgeva fakfeløgunum

2016-05-18 15:05 Author image
Dimma

Poula Michelsen Kass er sett í starv sum ráðgevi hjá Fakfelagssamstarvinum, ið umboðar seks fakfeløg. Tað boðar samstarvið frá.

Poula Michelsen Kass er útbúgvin marknaðarføringsøkonomur og HD í organisatión og er í løtuni um at vera liðug sum master í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Hon hevur starvast í átta ár í BankNordik, fyrst sum marknaðarleiðari, síðan sum stjórnarráðgevi og at enda sum starvsfólkaleiðari.

Tey seks feløgini í Fakfelagssamstarvinum eru Akademikarafelag Føroya, Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya lærarafelag, Føroya pedagogfelag, Havnar arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið. Endamálið við samstarvinum er at geva feløgunum størri styrki sum samfelagsligur áhugabólkur, so tey fáa størri ávirkan á arbeiðsgevarar og myndugleikar.

Nýsetti ráðgevin skal virka fyri at fremja felags áhugamál hjá limunum í teimum seks limafeløgunum og arbeiða fyri at fáa teimum størri ávirkan. Ráðgevin skal eitt nú greina samfelagsviðurskifti og útvega feløgunum datagrundarlag í fakfelagsligum spurningum.

Poula Michelsen Kass er 40 ára gomul.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður