Pravda-miðlarnir og vantandi sannleikin

Pravda-miðlarnir og vantandi sannleikin

2017-12-13 09:13 Author image
Regin Hammer

Ikki alt er sannleiki, sum Pravda skrivar
Sovjettiski kommunistaflokkurin hevði eitt blað, sum æt Pravda, sum merkir 'sannleiki'. Onkur skal hava sagt, at "um tú sigur eina lygn nóg ofta, gerst hon sannleiki". Spurningurin er tó, um vit í hesi upplýstu tíð og øld eiga at góðtaka hetta, ella um vit sum privatpersónar skulu tora at rætta hondina upp, og siga, at vit eru ikki sannførd um, at hóast nakað verður endurtikið og endurtikið, so er tað ikki neyðturviliga sannleikin.

Barbara sigur, at Liljan sigur, at Jan sigur, at Astrup sigur tað
Tað verður endurtikið og endurtikið í Sosialinum at "Ein teirra, sum kann fáa trupulleikar, um skattamálið endar í rættinum, er sostatt Regin Hammer" og  "Í nýggjari bók verður Regin Hammer ákærdur fyri at hava beinleiðis tilknýti til skattamálið" (Sosialurin 24/11).

Nú kemur fram, at talan er um endurgeving (tó ikki orðarætt, og uttan kelduávísing) úr einum innanhýsis notati hjá Liljan Weihe, sum hon hevur sent til formannin í Kringvarpsstýrinum, og sum, løgið nokk, er likið oman í Miðlahúsið. Liljan sigur í sínum notati, nú endurgivið í in.fo 11/12: "ein av lyklapersónunum í skattamálinum er Regin Hammer", "um ákæra verður reist, so verður Regin Hammer helst ein partur av persónsgallarínum", "Nú skilji eg, at Regin Hammer hevur ein høvuðsleiklut í málinum".

Men hvat er tað í grundini ið Astrup sigur, um vit nú endiliga skulu brúka hann sum høvuðsdómara til fortelja okkum hvat er rætt og skeivt? Jú, han sigur á síðu s. 205 orðarætt: "Hensigten var den 6. april 2011 at offentliggøre beretningen Eik Banki í 2010, der til godkendelse havde været forelagt bankens bestyrelse, heriblandt de to repræsentanter for TF Holding. Efter ønske fra netop TF Holding blev beretningen imidlertid ikke offentliggjort. Heller ikke internt. TF Holding, der havde købt napoleonskager til koncernens medarbejdere for at fejre overtagelsen af banken, frygtede angiveligt, at de store tabstal indeholdt i beretningen Eik Banki í 2010 skulle slå skår i den gode stemning. Måske kunne vi have undgået al balladen om Skattamálið, om jeg den 6. apríl 2011 høfligt havde overhørt Regin Hammer og offentliggjort beretningen.".

Øll kenna vit søguna um fjøðurina, ið bleiv til fimm hønur, og tykist skrivingin vera sera meinlík hesum. Barbara sigur, at Liljan sigur, at Jan sigur, at Astrup sigur. Og áðrenn vit hava vent okkum, hava vit fingið ein nýggjan framleiddan sannleika at vita úr Sortudíki. Segði nakar manipulatión?

So nú stendur í fjølmiðlunum myndin, at eg kann fáa trupulleikar við rættarskipanini, at eg eri ein lyklapersónur í skattamálinum, at eg eri ákærdur fyri at hava beinleiðis tilknýti til skattamálið og at eg havi ein høvuðsleiklut í málinum.

Skattamálið er jú at spurningurin er, um hvørt Eik Banki av órøttum hevur roynt at fingið sær ein skattligan fyrimun við at villeiða landsins myndugleikar. Tað málið liggur tíbetur hjá fútanum í dag. Sjálvsagt havi eg ongan leiklut í hesum. Tað verður ikki sannleiki fyri tað um Liljan ella Pravda sigur tað. Eisini hóast hon fær øll miðla-vinfólkini hjá sær til at endurtaka og endurtaka.

Hví hesa undirgraving nú?
Sum stjóri í Tryggingarfelagnum ella TF Holding fyri nøkrum árum síðani, hevði eg kanska bara ypt øksl at slíkum láturligum og ógrundaðum pástandum, tí í slíkum sessum skal man kanska tola meiri av enn so. Men eftirsum tað skjótt eru tvey ár síðani eg var í starvi har, og nú eri ein vanligur privatpersónur, so finni eg meg snøgt sagt ikki í slíkari útspilling, við at vera lagdur undir at hava gjørt okkurt revsivert. At eg havi verið stjóri/varastjóri í TF Holding 2010-2016 og í Eik Banka nevndini (saman við Astrup og øðrum góðum fólki) ein part av 2013, er ikki nakað loynimál, tí tað stendur, og hevur leingi staðið á mínum almenna LinkedIn profili. Onki av hesum er revsivert, seinast eg kannaði. 

Men hví man hetta koma fram júst nú, at eg skal vera ein av høvuðspersónunum í skattamálinum, og at eg skal kunna fáa trupulleikar av einum fútamáli? Tað eru hóast alt 6 ár síðani, at Eik Banki varð keyptur, 4 ár síðani er fór úr nevndini í Eik Banka, og knapt 2 ár síðani eg fór úr TF Holding. Hví skal slík massiv undirgraving av trúvirðinum hjá einum privatpersóni fyrikoma júst nú, og í fleiri miðlum, KvF, Sosialinum og in.fo, eftir at ikki eitt orð hevur verið grett øll hesi ár, um at eg skal hava verið partur av nøkrum skattamáli í Eik Banka?

Hetta er heilt groteskt løgið, og spurningurin er tí, hvør hevur brúk fyri at fáa meg lýstan sum innblandaðan í eitt revsimál? Spurningurin er, um hetta ikki er ein snild roynd hjá ávísum journalistum at fremja privatu áhugamálini hjá sær í einum innanhýsis maktkampi ímóti sínum stjóra. Nýggi stjórin í KvF hevur sett eina nevnd at kasta ljós á dekningin av skattamálinum, eftir undirbygdan kritikk frá fleiri fakfólkum uttanhýsis. Møguliga tola tíðindaleiðarin og ábyrgdarhavandi journalisturin ikki hetta ljós, og fara tí undir at framleiða eina kriminalisering av mær, fyri at teirra egni stjóri kann gerast inhabilur, soleiðis at tey sleppa undan at ljóskastarin verður settur á tey og teirra arbeiði. Hetta arbeiði sum onkur hevur kallað aktivistiskan journalistikk. Er tað veruliga so illa statt í landi okkara, at miðlarisin, við hjálp frá vinfólkunum í Miðlahúsinum misbrúkar trúvirðið hjá sínum stovni fyri at fremja eina persónliga søk og eitt innanhýsis maktstríð? Var tað forrestin ikki habilitet millum vinfólk, ið byrjað varð at tosa um? Ella eru fjølmiðlaetisku reglurnar ikki galdandi fyri Miðlahúsið? Og hevur tíðindaleiðarin gloymt hesar reglur, tá ið tað snýr seg um hennara egna mál?

Glasnost nú!
Journalisturin, Øssur Winthereig, skrivar á sínum bloggi 3/11/2017: "Vandin við einum Pravda, er at sannleikin verður smíðaður eftir onkrum prinsippum, sum ikki eru journalistisk" og í Pravda "stóð sannleikin og hann mátti ikki órógvast". Sovjettsamveldið datt saman tí fólkið ikki fann seg í at vera villeitt longur, og at ynskið um bygnaðarbroyting (Perestroika) og opinleika (Glasnost) bleiv ov stórt til at valdhavararnir kundu berja tað niður.

Tað er tí nú meiri enn nakrantíð tørvur á Glasnost - opinleika, soleiðis at tryggjast kann, at almenni miðlarisin ikki gerst amboð fyri persónligum maktstríði hjá journalistum, leiðarum ella stjóra. Tað kundi t.d. verið gjørt við, at ein permanent uttanhýsis eftirmetingarnevnd verður sett, til við millumbilum, at eftirmeta journalistiska handverkið í Sortudíki. Vanligar fyritøkur høvdu nevnt hetta eina ‘kvalitetssikring’, og verður hetta nýtt nógva staðni í vinnulívinum í dag. Hví ikki eisini í Pravda?

Regin Hammer, 12/12/2017

placeholder

Meira langlesnaður