Prestar fáa rentustuðul – men sleppa so ikki at leiga út

Prestar fáa rentustuðul – men sleppa so ikki at leiga út

2017-12-19 18:20 Author image
Georg L. Petersen

Frá 1. januar kunnu prestar, festarar og onnur, sum hava álagda bústaðarskyldu, fáa rentustuðul til húsini tey ikki búgva í sjálvi. Tað er annars eitt krav, at fólk búgva í egnum húsum fyri at fáa rentustuðulin.

Hetta kann vera óheppið og nakað av einum smeiti hjá fólki, sum av arbeiðsávum mugu búgva aðrastaðni. Tað halda føroysku politikararnir eisini, men teir vilja tó ikki geva prestunum og hinum møguleika at leiga síni hús út, samstundis sum teir fáa stuðulin – leiga teir húsini út, so dettur rentustuðulin burtur.

Hetta helt Prestafelagið vera óheppið, tí hús kunnu farast, um eingin býr í teimum, Hetta var partvíst gingið á møti, tí loyvt er at lata vaksin børn búgva í húsunum, so leingi talan ikki er um útleigan.

So er spurningurin hvat prestar, festarar og onnur velja, tí samstundis sum lógin um rentustuðul verður broytt hækkar frádrátturin fyri útleigan. Higartil hevur borið til at leiga bústað út skattafrítt upp til 24.000 krónur – alt omanfyri skal skattast við 25 prosentum. Nú verður markið fyri skattafríu leiguinntøkuni hækkað upp 50.000 krónur, meðan alt omanfyri framvegis skal skattast við 25 prosentum – kommunan fær 45% og landið 55% av hesum skatti.

Men politikararnir meta ikki, at hetta fer at fáa nakar avleiðingar fyri kommunur og land, tí eftir ætlan skal talið av leigubústøðum hækka av hesi orsøk, og harvið skatturin eisini.

- Endamálið við uppskotinum er at økja um áhugan at langtíðar útleiga, og tí verður eisini væntað, at úrslitið av uppskotinum verður, at meira verður útleigað og at fleiri tøkir bústaðir verða kring landið. Hetta vil aftur økja skattainntøkurnar hjá landi og kommunum, og er tí sannlíkt, at uppskotið í minsta lagi er neutralt fyri land og kommunur, og yvir tíð vil geva landi og kommunum fleiri inntøkur vegna størri útboð av leigubústøðum og harvið betri grundarlagi fyri fólkavøkstri, stóð í viðmerkingunum til uppskotið um at hækka frádráttin.

placeholder

Meira langlesnaður