Prestarnir fara at spæla firmafótbólt

2016-08-18 12:43 Author image
Dimma

Sunnudagar standa tey á prædikustólinum og vísa á tann rætta vegin; hetta vikuskiftið fara tey at luttaka í firmakapping í fótbólti, har tey skulu royna at finna vegin til meskarnar.

Fólkakirkjan hevur sent eitt sterkt prestalið á vøllin at kappast móti øðrum meiri verðsligum feløgum. Á prestaliðnum eru: Maria Jørðdal Niclasen, Ovi Brim, Theodor Eli Dam Olsen, Uni Næs, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar og Sverri Steinhólm.

Tað er samskiftisvirkið KREA, sum hevur sniðgivið troyggjurnar. Á bringuni er ein krossur við áskriftini Prestarnir, og á rygginum eru desimaltøl, ið vísa til ymisk skriftsstøð úr Bíbliuni. 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður