Prestarnir presteraðu

2016-08-20 21:16 Author image
Dimma

Einaferð var stríðið hart um, hvørt kvinnur kundu prædika í kirkjuni. Onkuntíð hevur sami avoldaði hugburður gjørt seg galdandi um kvinnur í fótbólt.

Um vikuskiftið gjørdi kvinnan og presturin Maria Jørðdal Niclasen, øllum fordómum til skammar í firmakappingini í fótbólti, sum Vinnublaðið skipaði fyri.

Maria Jørðdal Niclasen var einasta kvinna í bólkinum, har liðið hjá Prestunum luttók, og hon skoraði eitt av trimum málum, sum prestarnir fingu; hini bæði skoraði Ovi Brim.

Dimma.fo skrivaði um Prestarnar, sum luttóku í firmakapping um vikuskiftið, og sóknarbørnini hava veruliga tikið tíðindini til sín og hava givið teimum bestu ynski við á vegnum.

Prestarnir vunnu ikki kappingina, men teir smæddust heldur ikki burtur.

Prestarnir pressaðu alt teir kundu, og áskoðararnir hava kallaðu spælið bæði guddómmligt og vælsignað. 

Í morgin er aftur gerandisdagur - orsakað sunnudagur - og tá fara prestarnir aftur á prædikustólin - við andsperru í leggunum undir prestakjólunum.

placeholder

Meira langlesnaður