Dýrari at búgva í Føroyum

2017-04-12 10:19 Author image
Sigmund Vang

Fyrsta ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 1,2 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað meira enn fjórða ársfjórðing í fjør, tá árligi prísvøksturin var 0,8 prosent og er eisini mesti árligi prísvøkstur síðani fjórða ársfjórðing í 2012. Tað upplýsir Hagstova Føroya á heimasíðu síni.

Seinasta árið hevur verið prísvøkstur í øllum høvuðsbólkum uttan í bólkunum innbúgv, húsbúnaður o.l. og ymiskar vørur og tænastur. Prísirnir á brennievni eru hækkaðir mest og hava eisini mestu ávirkanina á brúkaraprístalið samanlagt. Brennioljan til húsarhald er farin 23,4 prosent upp. Harafturímóti er ravmagn lækkað 3,1 prosent. Samanlagt eru býlisútreiðslurnar dýrkaðar 4,5 prosent seinasta árið. Prísirnir á brennievni til akfør eru hækkaðir 17,7 prosent, og samanlagt er flutningur hækkaður 3,3 prosent.

Árligi prísvøksturin á matvørum var 0,6 prosent fyrsta ársfjórðing, samanborið við 1,1 prosent fjórða ársfjórðing í fjør.

Príslækkingin í nýtslubólkunum innbúgv, húsbúnaður o.l. var 3,0 prosent og í bólkinum ymiskar vørur og tænastur 1,4 prosent, sigur Hagstovan.

Kelda: hagstova.fo

   

  

placeholder

Meira langlesnaður