Prísvøksturin heldur fram, men ikki so ógvusliga

Klædnavørur er ein av vørubólkunum, sum ikki hevur upplivað prísvøkstur 3. ársfjórðing. Mynd: Visualhunt

Prísvøksturin heldur fram, men ikki so ógvusliga

2017-10-20 11:49 Author image
Leif Láadal

Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 0,8 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað minni enn annan ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 1,3 prosent, upplýsir Hagstova Føroya.
Seinasta árið eru prísirnir farnir upp í øllum høvuðsbólkum uttan í bólkunum klædnavørur og fótbúnaður, og innbúgv, húsbúnaður o.l. Mesti prísvøkstur hevur verið í bólkunum flutningur, 2,1 prosent, rúsdrekka og tubbak, 1,9 prosent og býli 1,8 prosent.
Matvøruprísirnir samanlagt hava staðið í stað seinasta árið. Mestu broytingarnar eru, at fiskur, oljur og fitievni og kaffi eru dýrkað, og frukt er vorðin bíligari.
Príslækkingin í nýtslubólkinum klædnavørur og fótbúnaður var 0,6 prosent og í bólkinum innbúgv, húsbúnaður o.l. 0,2 prosent.

Kelda: hagstova.fo

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður