Pund og partabrøv falla framvegis

2016-06-27 10:09 Author image
Dimma

Í dag er næsti dagur á keypsskálunum síðan Brexit, og nú vísir ein uppgerð, at bretska pundið er fallið til tað lægsta stigið mótvegis dollaranum í samfull 30 ár. Tað er óvissan um, hvat útlimanin hevur at siga fyri framtíðina, sum fær fólk at velja aðrar vegir. Heldur enn at liggja inni við pundum, seta íleggjarar pengar í gull og japanska gjaldoyrað yen, skrivar Ritzau.

Eftir ógvusliga niðurtúrin hjá partabrøvunum er ikki longur sannlíkt, at partabrøvini enda árið við hækkingum, sum annars hevur verið spátt, sigur íleggjarabúskaparfrøðingurin í Nordnet, Per Hansen.

- Fleiri partabrævaindex eru fallin so nógv, at tað krevur eitt ódnartak at koma upp aftur til indeksyvirflatuna, sigur hann í eini viðmerking við Børsen.

Tað er tó ikki talan um nakað veruligt skrædl á partabrævamarknaðunum enn. Á danska partabrævamarknaðinum vóru C20 Cap handlað við einum falli á 1,1 prosent. Í Svøríki og Finnlandi var partabrævafallið umleið 6 prosentstig frá morgunstundini. Børsurin í Stockholm og Svøríki vóru tó stongdir fríggjadagin, dagin eftir fólkaatkvøðuna, tá ið danska indeksið opnaði á minus 10, sum tó lagaði seg gjøgnum dagin.

placeholder

Meira langlesnaður