Ráðstevna: Fría uppboðssølan undir sjóneykuna

2016-08-29 15:05 Author image
Sigmund Vang

Hósdagin 1. september skipar R7 fyri stórari fiskivinnuráðstevnu í Løkshøll í Runavík, har evnið yviskipað er uppboðssøla av veiðurætti. Ráðstevnan ber undirheitið ”Fyrimunir og vansar av fríari uppboðssølu”, og tað evnið er rættiliga áhugavert, nú 2018 nærkast. Tá verða verandi fiskiloyvir inndrigin.

Sjey fyrilestrarhaldarar eru á skránni, harav fýra útlendingar.

Jón Kristjánsson, fiskifrøðingur fer at halda ein fyrilestur, sum ber heitið ”Fiska meðan fiskur er”, Martin Paldam, professari í búskapi, hevur valt heitið ”Kappingarføri og tilfeingisrenta”, meðan Charles R. Plott, professari í búskapi spyr ”Hvussu ein skipar eina uppboðssølu”. Gary D. Libecap, professari í búskapi fer at umrøða fyrimunir, tá veiðuloyvi ganga í arv.

Teir tríggir føroysku fyrilestrarhaldaranir eru Osmundur Justinussen, reiðari, sum fer at røða um hvussu veðrið ávirkar fiskiskapin, Magni Laksáfoss, samfelagsbúskaparfrøðingur, tosar um týdningin fiskivinnan hevur fyri búskapin og veiðuhagtøl (1750-2000) og Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, fer at koma við eini frágreiðing um arbeiðið hjá nýskipanarbólkinum.

Meira um ráðstevnuna HER

 

placeholder

Meira langlesnaður