Ráðharrar hittast: Tadahiko Ito fekk føroyska troyggju

Mynd: uvmr.fo

Ráðharrar hittast: Tadahiko Ito fekk føroyska troyggju

2017-08-23 17:16 Author image
Leif Láadal

Poul Michelsen, landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur í dag hitt japanska varaumhvørvismálaráðharran Tadahiko Ito, upplýsir Uttanríkis- og vinnumálaráðið. Teir skulu báðir taka lut á stóra matvørutoppfundinum World Food Summit, sum verður í Keypmannahavn í hósdagin og fríggjadagin.

Poul Michelsen nýtti høvi at greiða frá framgongdini innan matvinnu og matmentan í Føroyum seinastu árini. Hann vísti á, at nýggja matvørulógin eggjar til nýskapan og íverksetan, tí krøvini ikki eru so strong sum tey hava verið til smærri framleiðarar.

Japan og Føroyar eru fiskivinnutjóðir og varaumhvørvismálaráðharrin og landsstýrismaðurin umrøddu eisini avbjóðingar, sum veðurlagsbroytingar bera í sær og sum kunnu ávirka fiskastovnar. Poul Michelsen greiddi frá, at komandi fiskivinnunýskipanin fer at leggja lunnar undir betri gagnnýtslu av fiskatilfeinginum, tí alt skal til lands. Hetta fer at minka um burturkast og økja um framleiðsluna.

Eisini kunnaði landsstýrismaðurin um føroyska búskapin og fólkavøksturin seinni árini. í tí sambandi umrøddu ráðharrarnir eisini møguleikarnar fyri øktum samhandli millum Føroyar og Japan.

Eftir fundin gav Poul Michelsen japanska ráðharranum eina troyggju frá Guðrun og Guðrun, sum eru vælumtóktar í Japan.

placeholder

Meira langlesnaður