Ísurin bráðnar: Geislavirkin evni koma undan kavi

2016-08-08 08:13 Author image
Simona Midjord

Gamalt geislavirkið burturkast, sum USA goymdi undir grønlendska innlandsísinum, kann nú koma undan kavi aftur, tí innlandsísurin bráðnar og minkar.

Hesum boðaðu vísindafólk sambært Reuters frá fríggjadagin.

Talan er um leivdirnar av amerikansku hernaðarleguni Camp Century, ið varð bygd í 1959 í útnyrðingspartinum av Grønlandi. Hetta var í sambandi við, at USA kannaði møguleikarnar fyri at gera eina støð í Arktis at skjóta kjarnorkurakettir frá.

Í 1967 gjørdi USA av at taka leguna burtur. Brennievni og annað burturkast varð goymt 35 metrar niðri í ísinum, harímillum eisini geislavirkið kølievni, og hildið varð, at náttúran fór at goyma hetta í allar ævir.

Men sum støðan er nú, og við tí ferð, sum ísurin bráðnar, vænta vísindafólk, at ísurin, sum í løtuni fjalir burturkastið, kann verða burtur áðrenn komandi aldarskifti.

Kanningin, sum fólk av lærdu háskúlunum í York í Kanada og í Zürich hava gjørt, metir, at umleið 200.000 litrar av dieselolju og kølievni frá einum kjarnorkureaktori, sum varð brúktur til at veita streym, eru grivin í ísinum.

”Hetta er eitt nýtt slag av politiskari avbjóðing, sum vit mugu hugsa um,” sigur veðurlagsfrøðingurin William Colgan frá York University, sum hevur verið við til at gera kanningina.

Um ísurin bráðnar, kann tað, sum er grivið í ísinum, harímillum biologiskt, kemiskt og radioaktivt burturkast, koma fram aftur og órógva vistskipanina á staðnum.

Kanningin staðfestir eisini, at tað hevði verið ógvuliga kostnaðarmikið at tikið burturkastið upp og beint fyri tí nú. Mælt verður í staðin til at bíða, til ísurin er so mikið bráðnaður, at tað fer at nærkast, og so taka støðu til ta tíð.

Kelda: Reuters

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður