Tórshavn ráðstevnustaður

2017-04-03 08:23 Author image
Sigmund Vang

Tórshavnar kommuna er farin í samstarv við Visit Faroe Islands og vinnuna í kommununi um at marknaðarføra høvuðsstaðin uttanlands sum ráðstevnustað. Kommunan hevur í fyrstu atløgu játtað 200.000 krónur til at fáa ráðstevnur og fundir til høvuðsstaðin, verður boðað frá á heimasíðuni hjá Tórshavnaar kommunu.
- Hetta er eitt sera spennandi øki, sum kann seta ferð á ein part av vinnuni, sum skapar nógvar ringar í vinnuni og soleiðis nógv arbeiðspláss, sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini.
Visit Faroe Islands hevur seinastu árini við hepnari hond drigið ferðafólk til Føroya, og tí er formaðurin í Vinnunevndini sannførdur um, at peningurin, sum Tórshavnar kommuna hevur játtað til MICE, sum hetta eitur á fakmáli, fara at muna, og at úrslitið verður, at útlendskir gestir í framtíðini koma til Føroya á ráðstevnu og fund.
Høvuðsstaðurin verður marknaðarførdur til ráðstevnur um várið og um heystið, tá ið gistingarhúsini hava tøk kømur, og soleiðis fer hetta eisini at leingja um árstíðina við ferðafólki í høvuðsstaðnum.


Kelda: torshavn.fo

  

  

placeholder

Meira langlesnaður